Betri Pensjón 15 ár
Í farnu viku vóru 15 ár liðin, síðani Betri Pensjón P/F kom á marknaðin.
Hesa tíðina hava vit miðvíst arbeitt við at økja um opinleikan og gjøgnumskygnið, tá um pensjón ræður.
Fyrstu árini merktu vit væl, at viðskiftafólk ikki vóru greið yvir, hvussu teirra pensjónsviðurskifti vóru skipað, ella hvussu teirra pensjónsskipan varð umsitin.
Stórur dentur hevur tí støðugt verið lagdur á at gera hesi viðurskiftini greiðari og gjøgnumskygdari.
Heimasíðan hjá Betri Pensjón er ment við hesum fyri eyga, og við at rita inn, kunnu viðskiftafólk síggja hvørjar tryggingar tey hava, hvat hesar kosta, og hvat verður tikið fyri umsiting.
Eisini ber til at síggja váðastøðið á pensjónini - og broyta tað, um man vil – umframt at síggja, júst hvørji feløg láns- og partabrøvini eru sett í.
Vit fegnast um góðu undirtøkuna seinastu 15 árini – bæði frá fakfeløgunum, fyritøkum og privatum, og vit gleða okkum til áhaldandi gott samstarv framyvir.