5. element

Vit hava fingið nýggjan Netbanka

Føroysku peningastovnarnir menna í løtuni ein nýggjan Netbanka til viðskiftafólkini. Næstu mánaðirnar verður seinasta hond løgd á arbeiðið, og longu nú ber til hjá privatum viðskiftafólkum at royna nýggja Netbankan, ið hevur Samleikan sum innritanarloysn. Eftir ætlan skulu allir føroyingar hava skift til nýggja Netbankan í vár.

Lán og avtalur kunnu undirskrivast við Samleikanum
Peningastovnarnir fara nú undir at brúka Samleikan, tá ið viðskiftafólk skulu skriva undir lán og aðrar avtalur. Í tí sambandi heita peningastovnarnir á øll, ið ikki longu hava fingið sær Samleikan, um at skráseta seg á www.samleikin.fo

Ein fyrimunur at skráseta seg í góðari tíð
Tá ið ein brúkari hevur bílagt Samleikan, verður umsóknin viðgjørd av Talgildu Føroyum, og viðkomandi fær beinleiðis boð, tá ið Samleikin er klárur at brúka. Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið nýggi Netbankin er klárur, og øll skulu brúka Samleikan til innritan.

Í fyrsta umfari er nýggi Netbankin tøkur á teldu og sum app á iPhone. Netbankin sum app til Android verður klárur í næstum.