Arbeiðsskaðatryggingin hjá Betri Trygging víðkað

Betri Trygging hevur nú víðkað arbeiðsskaðtryggingina, so hon eisini fevnir um skaða á persónligar lutir, sálarliga kreppuhjálp og jarðarferðarhjálp.

Arbeiðsskaðatryggingin er kravd fyri allar arbeiðsgevarar og øll sjálvstøðug vinnurekandi – bæði á sjógvi og landi.

Men við hesi víðkanini fáa kundar hjá Betri Trygging nú tríggjar eyka fulnaðir, sum bara fáast hjá okkum. Tað merkir, at starvsfólk, sum eru tryggjað hjá Betri Trygging, nú eru enn betur vard.


Hava tit viðmerkingar ella spurningar, eru tit vælkomin at ringja til okkara á tel. 348 600 ella skriva á trygging@betri.fo.