Ábyrgdartrygging fyri nevnd og stjórn
Tín ábyrgd sum nevndarlimur ella stjóri er persónlig og óavmarkað, tí um illa vil til, kanst tú – í tínum starvi sum stjóri ella nevndarlimur - vera orsøk til, at onnur fáa ein fíggjarmiss.
Hetta kann hava við sær, at tú fært eitt stórt endurgjaldskrav.
Tí er umráðandi at hava røttu ábyrgdartryggingina.
Hjá Betri Trygging kanst tú tekna eina ábyrgdartrygging, sum veitir endurgjald fyri tína endurgjaldsábyrgd – og sum kann verja teg móti ógrundaðum endurgjaldskrøvum.
- Okkara Ábyrgdartrygging fyri Nevnd og Stjórn tryggjar teg móti slíkum krøvum.
- Tryggingin er ætlað øllum limum í nevndum og stjórnum.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.