Nicklas Brendborg

Tilmelda niðast á síðuni

Nicklas Brendborg - Vanedyr

30. oktober bjóða vit til forkunnugan fyrilestur við danska bestseljarinum Nicklas Brendborg, sum fer at greiða okkum frá, hvussu ídnaðurin lumpisliga – og vísindaliga – ger okkum vanabundin, so at vit keypa meira, eta meira og nýta meira tíð framman fyri skíggjum.

Hevur tú nakrantíð undrast á, hví tú ikki klárar at steðga eftir nøkur fá kips? Hví tú blívur við at eta - og áðrenn tú veitst av, so er pakkin tómur?
Vit eta ósunt, brúka meira tíð á telefonini, enn vit ætla - og vit enda alt for ofta á Netflix heldur enn at fara í venjingarmiðstøðir. Orsøkin til at vit gerast vanabundin er, at ídnaðurin brúkar milliardir av krónum til gransking fyri at finna út av, hvussu tey við ymiskum snildum kunnu fáa okkum eta meir, brúka meira og hyggja meir. 

Tað er í roynd og veru viljastyrkin hjá okkum einstaklingum upp í móti toppgranskarum við milliarda búskettum. Heldigvís merkir hetta ikki, at tað er vónleyst - tí tá vit fyrst hava lært, hvussu snildirnar rigga - og hava røttu amboðini - so kunnu vit taka ræðið aftur.

Hetta fer Nicklas Brendborg at fortelja okkum meira um, har hann við síni vísindaligu bakgrund og fantastiska innlivandi evnum fer at taka okkum við inn í ein ræðandi heim. Vit fáa millum annað eina føroyska mynd av yvirvekt og livialdri samanborið við grannalond okkara - og nøkur av tølunum eru heldur yvirraskandi.

Les meira um Nicklas Brendborg

Nicklas er ph.d.-lesandi á Ríkissjúkrahúsinum í mýllívfrøði (molekylærbiolgi) og arvafrøði og verður sæddur sum ein av mest lovandi ungu granskarunum innan hetta økið. Hansara gransking leggur vekt á at finna vísindaliga svarið til eitt langt lív, og tær avbjóðingar, ið koma av vanabundnu atferðini hjá okkum menniskjum, og hvussu fyritøkur lumpisliga brúka hesa vitan til egnan fyrimun.

Bøkur
Nicklas hevur skrivað tvær bøkur, ið báðar eru á bestseljara-listanum. Gopler Ældes Baglæns, ið er umsett til 30 mál og snýr seg um, hvussu mann fær eitt langt lív.
Vanedyr, ið kom út í 2023, snýr seg um, hvussu ídnaðurin lumpisliga – og vísindaliga – ger okkum vanabundin, so at vit keypa meira, eta meira og nýta meira tíð framman fyri skíggjum. Nicklas forklárar, hvussu hesir ídnaðir útnytta okkara menniskjaligu instinktir og lívfrøðiligu mekanismur fyri at lokka okkum at brúka meira og meira - eisini tá ið vit vita, at tað er skaðiligt fyri okkum.

Vanedyr er ikki bara ein kritikkur av hesum ídnaðum - men eisini ein vegleiðing til, hvussu vit kunnu taka ræðið aftur við at skilja, hvussu heilin riggar, og hvussu superstimulansir ávirka okkum.


Nær, hvar og hvussu

Nær: 30. oktober kl. 19.30
Hvar: Norðurlandahúsið
Hvussu: Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tilmelding krevst – avmarkað pláss.

 

Tilmelda