Finn nærmastu læknahjálp, tá tú ert uttanlands

Betri Trygging

Find Care
FindCare-skipanin ger tað lætt at finna góðkendar læknamiðstøðir og sjúkrahús, tá tú ert uttanlands og hevur tørv á læknahjálp. Tú fært altíð upplýst nærmasta viðgerðarstað eftir tíni gps-staðseting – óansæð hvar í heiminum, tú ert.

Finn lækna


Bráðfeingis hjálp
Set teg alt fyri eitt í samband við okkara altjóða samstarvsfelaga SOS International, har tú fært serkøna ráðgeving og hjálp. Tey svara alt samdøgrið á tel +45 38 48 91 22 ella á teldupost sos@sos.eu.

 

Hav altíð Bláa kortið við á ferðini
Bláa kortið fært tú, tá ið tú teknar eina Ársferðatrygging. Bláa kortið finnur tú í Mín Trygging-appini undir "Á ferð". Eisini ber til at fáa bláa kortið fysiskt í eini av okkara deildum. Tú skalt altíð hava Bláa kortið við tær uttanlands.


Minst til læknaváttan
Gerst tú sjúk/ur á ferðini, minst so til at fara til lækna fyrsta sjúkradag og fá læknaváttan. Tú fært bara endurgjald frá tí degi, læknaváttin er frá.

Ert tú sjúk/ur fleiri dagar, viðmæla vit, at tú fert aftur til lækna fyri at fáa nýggja læknaváttan, ið vísur, at tú enn ert sjúk/ur. Gott er eisini at fáa læknan at koma við einum tilmæli um viðgerð.


Óhapp
Kemur tú fyri óhappi, viðmæla vit somuleiðis, at setir teg í samband við SOS International, har tú fært serkøna ráðgeving og hjálp. Tey svara alt samdøgrið á tel +45 38 48 91 22 ella á teldupost sos@sos.eu.
Vit viðmæla somuleiðis, at tú fert til lækna fyrsta dagin at fáa læknaváttan um tilburð og tilmælda viðgerð.
Hevur tú tørv á læknahjálp, finnur tú nærmasta viðgerarstað umvegis
FindCare.

 

Melda skaða
Avgreið skaðafráboðanina hjá SOS Internationalt her. 

Skulu vit kanna tína ferðatrygging fyri teg?

Ring til mínSend mær teldupost

Soleiðis dekkar ferðatryggingin

Les meira
Føroysk strond mamma og barn