Betri Trygging

Afturbering

- Eingin akfarsskaði í 2024 = pengar aftur

 

Í 2024 fara vit undir eina nýggja skipan fyri privatkundar, ið hava akfarstrygging og sum koma ígjøgnum árið uttan at hava ábyrgd av nøkrum skaða.

Um tú ongan skaða gert við akfarinum í 2024, fært tú 10% aftur av tí, tú hevur rindað í tryggingargjaldi í 2024.

Við akfar meina vit bilur, motorsúkkla, prutl, húsvognur, húsbilur og viðfestisvognur. Afturberingin er galdandi fyri hesi privatakfør.

Hevur tú fleiri akfør, t.d. fleiri bilar og/ella motorsúkklu, prutl, húsvogn, húsbil og viðfestivogn, skal onki av akførunum fáa skaða í 2024.

Endurgjaldið verður útgoldið í 2025.