Skal barnið á eftirskúla?

Eftirskúli

Tá barnið fer á eftirskúla, er fylgjandi hent at vita:

  • Innbúgvið, sum barnið hevur við sær á skúlan, er umfatað av tíni innbústrygging.
  • Ein ábyrgdartrygging er í innbústryggingini, sum dekkar, um barnið ger skaða á lutir hjá øðrum ella á onnur fólk.
  • Hevur barnið eina barnavanlukkutrygging, so dekkar tryggingin eisini í Danmark.
  • Skal barnið á ítróttareftirskúla ella er sera virkið, er gott at tekna eina viðgerðartrygging, so barnið fær skjótari viðgerð, um tað fær ein skaða.
  • Ferðatryggingin dekkar, um barnið skal ferðast við eftirskúlanum. Minst altíð til at hava bláa kortið við á ferðini.

 

Eftirskúli uttanfyri Danmark
Fer barnið longur enn til Danmarkar á skúla, viðmæla vit tær at seta teg í samband við okkum.

 

Skulu vit kanna fyri teg?
Skulu vit kanna fyri teg, um barnið hevur røttu tryggingarnar til at fara á eftirskúla? So skráset teg niðanfyri.