Lesandi ella lærlingur

Tá tú ert lesandi ella í læru broytist tín fíggjarstøða. Tú fært studning, SU ella lærlingaløn og samstundis fleiri nýggjar útreiðslur til eitt nú bústað, bøkur og ferðing. Lat okkum hjálpa tær at fáa sum mest burtur úr tíni nýggju fíggjarstøðu.

Vit hjálpa tær

Umhugsar tú at fara undir víðari lesnað ella í læru? Tá tú ert lesandi ella í læru eru pengarnir ofta ikki so nógvir. Tí er umráðandi at hugsa um tínar pengavanar, og tillaga nýtsluna eftir broyttu støðuni.

Í Ungdómsdeildini í Betri Banka leggja vit serliga stóran dent á at veita tær holla ráðgeving um tínar møguleikar og serligu tænasturnar til tín millum 18-28 ár. Sum kundi hjá okkum fært tú tín egna Ungdómsráðgeva, sum tekur støði í júst tær og tínum fíggjarviðurskiftum.

Soleiðis kann ein fíggjarætlan síggja út

Kári og Heidi eru bæði undir útbúgving. Kári er í læru sum timburmaður, og Heidi lesur á Setrinum. Saman leiga tey eina íbúð. Nú, tá inntøkan er so avmarkað, hava tey avgjørt at stovna eina Heildarkontu til fastar útreiðslur og eina Innlánskontu til mat fyri at hava betri skil á fíggjarviðurskiftunum. Afturat hesum hevur Heidi valt at arbeiða á eini matstovu. 

Sjálvt um tey ikki hava so nógvar pengar, vilja tey leggja eitt sindur av pengum til síðis hvønn mánað til óvantaðar útreiðslur, ferðing o.a.

Tey hava tí valt at seta 1000 krónur inn á eina Uppsparingarkontu um mánaðin. Alt ger mun og um summarið, tá Heidi hevur møguleika at arbeiða meira enn vanligt, setir hon enn meira inn á uppsparingina. 

Afturat hesum hava Heidi og Kári valt at flyta 1000 krónur um mánaðin inn á eina Bústaðarkontu fyri at spara upp til egnan bústað. 

Tá fastar útreiðslur, matur, uppsparing og annað er goldið, hava Kári og Heidi 3.980 kr. eftir at liva fyri.

Netto inntøkur

Kári
   Lærlingaløn 8.449 kr.
Heidi
   Studningur 4.471 kr.
   Lestrarstarv 3.000 kr.
Í alt 15.920 kr.
 
Fastar útreiðslur/Heildarkonta
   Leiga   6.000 kr.
   Internet
  500 kr.
   Tlf.
  400 kr.
   Trygging
  200 kr.
   Ymiskt annað
  300 kr.
   Havnar Handverkarafelag
  40 kr.
Í alt
  7.440 kr.
     
Innlánskontu til mat
  2500 kr.
Bústaðarkonta
  1000 kr.
Uppsparingarkonta
  1000 kr.
Eftir, tá alt er goldið
  3.980 kr.

Ger fíggjarætlan

Uttanlands at lesa?

Visti tú, at tú kanst brúka Betri Banka, tá tú ert uttanlands? Vit gera tað lætt og einfalt fyri teg, so tú kanst hugsavna teg um lesturin. Sum lesandi uttanlands fært tú somu fyrimunir í Ungdómspakkanum, sum onnur ung í aldursbólkinum 18-28 ár.

Uppsparing

Nógvir fyrimunir eru við at leggja pengar til síðis. Ein føst upphædd hvønn mánað er eitt gott íkast, tá tú skalt keypa nýggja teldu, bil ella bara spara upp til framtíðar bústaðin. Sjálvt smáar upphæddir gera stóran mun.

Tú sleppur eisini undan at taka óneyðug lán, um tú hevur tøkan pening til óvæntaðar útreiðslur, sum koma óvart á. Tá tú hevur eina uppsparing, vísir tú vilja til at leggja pengar til síðis. Tað kann koma tær til góðar, tá tú seinni skalt gera størri íløgur. At spara upp er ein máti at stýra og leggja sína framtíð til rættis.

Les meira um Uppsparingarkontuna

Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv ger góðan mun fíggjarliga afturat studninginum. Um tú harafturat ert so heppin at finna eitt starv, sum er viðkomandi fyri útbúgvingina, fært tú ikki bara fleiri pengar, men eisini viðkomandi arbeiðsroyndir og netverk. Tað einasta, tú skalt minnast til er at ansa eftir, at tú ikki tjenar meira enn loyvt. Les meira um hetta á heimasíðunum hjá stovnum sum TaksSkat í Danmark. v.m.

Ungdómslán og Lestrarkredittur

Tá endarnir ikki røkka saman, kann ein loysn vera at taka eitt Ungdómslán ella fáa ein Lestrarkreditt. Vit mæla tær tó til at fáa tær eitt lestrarstarv og minka um útreiðslurnar, áðrenn tú tekur eitt Ungdómslán ella fært tær Lestrarkreditt. Minst til, at øll lán skulu rindast aftur, og rentur koma afturat læntu upphæddini.

Lán til ung

Bústaðarkontan 

Tú skalt sum meginreglu hava 10% í eginfígging, tá tú tekur lán til at keypa ein bústað. Fyrireika teg í góðari tíð og byrja at spara upp beinanvegin. Sjálvt smærri upphæddir gera stóran mun. 

Við eini Bústaðarkontu kanst tú spara upp til tín fyrsta bústað við eini hægri rentu. 
Tú fært samstundis 1.000 krónur á kontuna, tá tú stovnar eina Bústaðarkontu.

Stovna Bústaðarkontu

Flyta heimanífrá

At flyta heimanífrá er bæði spennandi og avbjóðandi. Tú fært størri frælsi, men eisini størri ábyrgd. Í Betri Banka hjálpa vit tær við fíggjarliga partinum, so tú veitst, hvat tú hevur ráð til, og hvat hóskar best til tína fíggjarstøðu og ætlanir.

Les meira

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.