Ger heimið klárt til sølu
Vit hava savnað okkara bestu ráð til tín, sum ætlar at selja tín bústað. Tað fremur søluna at raðfesta hesi ráðini, og økir um virðið á ognini.
Okkara heim er karmur um okkara lív, og tí búgva fleiri av okkara kærastu minnum saman við okkum í heiminum.
Fyri okkum kann leysa handtakið í hurðini inn á vesið minna okkum um barnið, sum mangan hevur togað í av ótolni, og lampan, sum enn ikki er komin upp aftur í ganginum, kann minna okkum um, hvussu góð veitslan var.
Hóast hesi kunnu vera góð minnir hjá okkum, ella okkurt vit ikki geva okkum far um, so hevur ein møguligur keypari ikki hesi minnini. Tað er galdandi fyri lýti, sum vit hava vant okkum við og tí ikki longur leggja merki til. Ein møguligur keypari leggur merki til tey.
Skalt tú selja tína ogn, mæla vit tær tí til at pussa tær kritisku brillurnar og seta tíð av til at gera heimið klárt til sølu.
Niðanfyri geva vit tær okkara bestu ráð, soleiðis at heimið hjá tær kann vísa seg frá síni bestu síðu.
Vit ynskja tær bestu eydnu við søluni og vóna, at tú fert at trívast í tínum nýggja heimi.
Samanumtikið eru hetta okkara bestu ráð til tín
- lufta væl út
- tak eftir við máling, har tørvur er á tí
- ger arbeiði liðugt, sum er í gongd
- rudda og vaska
- slá grasið
- hugna um bæði innan og uttan.
Ognarskiftistrygging
Tað kann vera hent at tekna eina ognarskiftistrygging – eisini sum seljari. Ein ognarskiftistrygging tryggjar teg móti óvæntaðum feilum í ognini.
Set tíð av til at seta teg inn í, hvat tryggingin dekkar, og kanna, hvat kostnaðurin fyri tryggina er umframt kostnaðarbýtið ímillum teg og keypara.
Lán í ognini
Ger tær tankar um, nær ein møguligur yvirtøkudagur kann vera.
Um tað er lán í ognini, eru ymisk viðuskifti og møguligar freistir, sum tú skal taka hædd fyri, áðrenn keyparin kann yvirtaka ognina.
Set teg tí í samband við tín kundaráðgeva, sum kann vegleiða teg.
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.