Gott yvirlit við netbankanum
Tá tú hevur fingið títt fyrsta gjaldskort, hevur tað enn størri týdning, at tað er skjótt og ómakaleyst at fáa yvirlit yvir nýtslu og innistandandi. Hetta kann netbankin hjálpa við.
Tá tú gerst 13 ár ber til at skifta Lumman út við netbankan. Tað krevur, at eitt foreldur ella verji bíleggur netbankan og skriva undir netbankaavtaluna.
Á netbankanum er lætt at halda skil á nýtsluni - og tá gerst tað lættari at spara upp til okkurt tú ynskir tær. Samstundis kanst tú síggja pinkotuna til gjaldskortið, leggja gjaldskortið á Wallet á telefonini, virkja og sperra gjaldskortið, og gera flytingar.
Legg til merkis, at netbankin til tannáringar ikki hevur atgongd til Íløgupallin, og tað ber ikki til at gera flytingar til útlond. Harumframt ber til at velja, um netbankin skal hava atgongd til skjalagoymsluna, og um tað skal bera til at síggja aðrar kontur enn Nýtslu- og Eftirlønarkontuna. Foreldur hava atgongd til netbankan hjá børnunum, til tey fylla 18 ár.
Stovna netbanka