Visa Mastercard gjaldskort

Mastercard Kreditt

Hevur tú tørv á einum korti við kreditti og skalt tú leiga bil uttanlands, so er Mastercard Kreditt kortið møguliga nakað fyri teg. Vit hava nøkur at velja í – alt eftir stødd á kreditti. Les meira um tínar møguleikar her á síðuni.

Hvat skalt tú brúka kortið til?

Hevur tú brúk fyri einum altjóða gjaldskorti við kreditti aftanfyri? Vit hava ymiskar útgávur av Mastercard Kreditt gjaldskortinum. Munurin er í høvuðsheitum støddin á kredittinum aftan fyri kortið og tryggingin, sum er knýtt at kortinum. Nýtsluhámarkið er upphæddin á kredittinum, og telur í 30 dagar. Tá tú søkir um kortið, verður tú kredittmett/ur, og ert tú egnaður, verður gjaldskortið bílagt. 

Søk um Mastercard Kreditt

Ert tú vinnukundi kanst tú søkja Mastercard Business Kreditt her

Søk Mastercard Kreditt her

Talgilt gjaldskort

Nú hevur tú møguleika at fáa eitt talgilt gjaldskort, sum tú fært í somu løtu, tú bíleggur.

Um tú ætlar tær uttanlands at ferðast, er tað eitt gott ráð at hava tvey gjaldskort við. Um tú ikki longu hevur tvey gjaldskort, er tað lætt og skjótt at fáa eitt talgilt gjaldskort.

Ring til okkum á 348 000, um tú ynskir at bíleggja.

Ung gjaldskort
5 element

Mynd á kortið

Mynd á kortið?

Soleiðis fært tú tína yndismynd á gjaldskortið.

Les meira
Fjepparakort

Fjepparakort

Fjepparakort?

Fær ein mynd av tínum fótbóltsliði teg í gott lag? So burdi tú kanska umhugsað at fingið tær eitt fjepparakort. So hevur tú altíð tína yndismynd beint við hondina. 

Les meira
Ferðast

Ferðast

Skalt tú uttanlands at ferðast?

Her eru nøkur góð ráð til tín, sum hevur eina uttanlandsferð fyri framman. Tað er altíð skilagott at fyrireika seg í góðari tíð. Tá verður ferðin bæði tryggari og stuttligari. 

Les meira
Ferðast kort

Góð ráð

Gott at vita um gjaldskort

  • Títt loynital
  • Tá tú keypir á netinum
  • Nýtsluhámørk
Les meira

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.