Her eru nøkur dømi um myndir og tekstir, sum ikki verða góðtikin:
- Nøvn, orð, slagorð ella ímyndir, sum minna um fyritøkur, felagsskapir ella vørumerki. Til dømis lýsingarmyndir av bilum, motorsúkklum o.ø.
- Búmerki hjá fyritøkum ella vørumerki, tekstir ella ímyndir, sum t.d. vísa til ítróttarfeløg, felagsskapir ella vørumerki
- Myndir, sum eru vardar av upphavsrætti
- Myndir av persónum krevja loyvi frá persóninum ella næstu avvarðandi. Slík loyvi skulu fyriliggja, men Betri Banki kann til eina og hvørja tíð krevja at fáa skrivligt loyvi.
- Teknirøð-figurar ella keipumyndir
- Telefonnummur, t-post- og heimasíðuadressur
- Pengaseðlar
- Myndir, sum órógva trygdarmerkini á kortinum
- Politiskar útsagnir, ímyndir, felagsskapir ella flokkar
- Átrúnaðarligar útsagnir, ímyndir, felagsskapir ella flokkar
- Útsagnir ella ímyndir, ið eru rasistiskar
- Harðskapur, harður ítróttur og vápn
- Blasfemi
- Ágangandi ella kynslig evni, herundir nakni av listarligum ella pornografiskum slagi
- Metalliskur bakgrundslitur
- Olympisk búmerki og líknandi
- Myndir, sum fáa kortið at líkjast einum samleikakorti
- Teldugjørdar tekningar
Betri Banki tilskilar sær rætt til at avgera, um innsenda myndin kann góðtakast og hevur ikki skyldu at upplýsa orsøkina fyri avgerðini.
Um onkur roynir fleiri ferðir at senda inn myndir, sum verða avvístar, hevur Betri Banki rætt til at syrgja fyri, at viðkomandi verður útihýstur úr skipanini.
Sí kostnaðin fyri myndakort her