Bassafestivalurin

Kom við á Bassafestival í Sørvági, hósdagin 6. juni frá klokkan 17 til 19.

Á Bassafestivalinum fara vit at hugna okkum saman og fáa vitjan av Trøllapætur og ommuni, og Barnakórið í Libanon og Saron syngja.

Øll børn fáa ein pakka frá Bassa við onkrum lekkrum í og billettir til hoppiborg, hestakaret, kanotúr og fiskibrunn. 

Alt er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.