Mastercard Debit
Sum við øðrum kortum kanst tú hava meira enn eitt kort knýtt at somu kontu. Les meira um tínar møguleikar her á síðuni.

Hvat skalt tú brúka kortið til?
Mastercard Debit er eitt altjóða og trygt gjaldskort við saldueftirliti. Ein fyrimunur við kortinum er, at upphæddin, sum tú brúkar, verður afturhildin beinanvegin. Tá hevur tú yvirlit yvir, hvussu nógv er eftir á kontuni at brúka. Tørvar tær eitt nýtt kort her og nú, ber til at fáa eitt talgilt kort beinanvegin.
Bílegg Mastercard Debit
Einasta treyt fyri at fáa Mastercard Debit er, at tú hevur kontu í Betri Banka. Tað er ókeypis at stovna Mastercard Debit. Tó rindar tú eitt árligt gjald við ella uttan trygging. Kundar til og við 28 ár fáa tó tvey ókeypis kort.
Er talan um kortfulltrú, skalt tú bíleggja her.
Ert tú vinnukundi, kanst tú bíleggja Mastercard Debit Business her.
Talgilt gjaldskort
Nú hevur tú møguleika at fáa eitt talgilt gjaldskort, sum tú fært í somu løtu, tú bíleggur.
Um tú ætlar tær uttanlands at ferðast, er tað eitt gott ráð at hava tvey gjaldskort við. Um tú ikki longu hevur tvey gjaldskort, er tað lætt og skjótt at fáa eitt talgilt gjaldskort.
Ring til okkum á 348 000, um tú ynskir at bíleggja.


Mastercard Business Standard Debit
Við hesum kortinum kanst tú taka upp til 5.000 krónur út úr sjálvtøkum og keypa fyri upp til 30.000 krónur um dagin. Við einum Debit kortið kanst tú bara brúka tað, sum stendur á kontuni og hon kann tískil ikki fara í trot. Eingin trygging er knýtt at hesum kortinum.
Ivast tú?
Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.