Apple Pay á telefonina
Við Apple Pay kanst tú gjalda við tíni iPhone ella Apple Watch. Harumframt ber til at brúka Apple Pay á appum og ávísum nethandlum. Les meira um hetta á síðuni her og um, hvussu tú kemur í gongd.

Skjótt og lætt við Apple Pay
Ert tú ein av teimum, ið elskar nýggja tøkni, sum ger tað skjótari og lættari hjá tær at avgreiða tíni ørindi í gerandisdegnum? So er Apple Pay uttan iva nakað fyri teg. Tá tú brúkar Apple Pay at gjalda við, nýtist tær bert at halda tíni iPhone ella Apple Watch tætt at kontaktleysu kortgreiðsluni, og títt gjald fer beinanvegin lætt og skjótt ígjøgnum – óansæð um tú ert í Føroyum ella uttanlands.
Tað einasta, tú hevur brúk fyri er:
- eini Apple-eind við møguleika fyri Apple Pay
- einum Mastercard ella Visa/Dankorti úr Betri Banka
- at títt telefonnummar er skrásett í okkara skipan
Harumframt skalt tú skráseta títt gjaldskort í Apple Wallet.

Hvussu rindi eg við Apple Pay?
Tú kanst gjalda í handlum við at trýsta tvær ferðir á home-knøttin og halda tíni iPhone tætt at kortgreiðsluni.
Nýtir tú Face ID, skalt tú trýsta tvær ferðir á síðuknøttin og halda tíni iPhone tætt at kortgreiðsluni. Tá keypið er goldið, stendur “OK” á skerminum og eitt biip ljóð hoyrist.
Nýtir tú Apple Watch, trýstir tú tvær ferðir á síðuknøttin og heldur eisini Apple Watch tætt at kortgreiðsluni. Tú hoyrir eitt biip ljóð, tá keypið er goldið.

Ivast tú?
Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.