Pisudagur 2022

Fíggjarætlan, bústaður, stuðulsmøguleikar og lestrarlívið. Fá góð ráð um at flyta og vera lesandi. Pisudagurin er eisini ein upplagdur møguleiki at heilsa upp á onnur, sum ætla tað sama sum tú.

5. element

Summar. Sól. Vinir. Feria. Ólavsøka. Og so av landinum at lesa.

Men áðrenn tú fert: Minst til Pisudagin 2. august, har tú fært kunning, íblástur og møguleika at seta spurningar um lestrarlívið uttanlands.

Eisini verður ábit frá Gutta Winther, pubquiz og møguleiki fyri at vinna flottar vinningar.

 

Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyskar pisur undir víðari lestur uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, sum krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær.

Tí skipa MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) og Betri Banki fyri Pisudegnum á hvørjum ári.

Tiltakið er ætlað tær, sum fer undir víðari lestur uttanlands. Endamálið er at geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, sum eru í somu støðu sum tú, soleiðis at tú kemur so væl frá byrjan sum gjørligt.

Vit gleða okkum at síggja teg á Pisudegnum 2. august klokkan 18, Yviri við Strond 2 í Havn. 

Tilmelding til Pisudagin 2022