Barsilskafe

Hugnalig og kunnandi barsilskafe, har tú fært íblástur til eina góða fíggjarliga byrjan sum foreldur. 

Fá eina fíggjarliga góða byrjan sum foreldur

Millum blæur, suttur og rúsin av kærleika bjóða vit tær til eina hugnaliga løtu, har tú fært íblástur og kunning um tær fíggjarligu broytingarnar, sum fylgja við, tá tú gerst foreldur. 

Vit fara at tosa um

  • broytingar í fíggjarstøðuni
  • barnauppsparing
  • persónstryggingar og arv.

Ein ráðgevi frá Betri Banka greiðir frá, og eisini luttekur annaðhvørt ergoterapeutur, fysioterapeutur og námsfrøðingur, sum gevur góð ráð og íblástur til sansir og motorikk.

Vit bjóða tær ein góðan morgunmat, og barn títt fær eina fitta gávu.

Hitt okkum kring landið mánadagin 4. mars til og við fríggjadagin 8. mars. 

Niðanfyri sæst skráin fyri vikuna, og tú kanst melda tykkum til.

Tilmelding

Eg ynski at luttaka