Við stovnan av Lummanum, skal Betri Banki hava omanfyri standandi upplýsingar um samleikan hjá brúkaranum. Foreldur/verji hjá brúkaranum gevur við hesum Betri Banka loyvi at heinta hesar upplýsingar um brúkaran úr Landsfólkayvirlitinum. Tað verður serliga viðmerkt, at við at stovna Lumman geva foreldur/verji hjá brúkaranum sítt samtykki til, at Betri Banki samsvarandi § 11, stk. 2, nr. 2), í lógini um viðgerð av persónsupplýsingum, kann nýta p-talið til at eyðmerkja brúkaran í sambandi við innritan á Lumman. Foreldur/verji hjá brúkaranum kann til hvørja tíð, taka sítt samtykki aftur við at venda sær til Betri Banka. Afturkalling av samtykkinum merkir eisini, at atgongd til Lumman verður stongd.
Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið.
Tú kanst altíð broyta farsporini aftur, tá tú hevur sæð hetta innihaldið.