Til tín, sum skalt byggja

At byggja ein bústað er ein umfatandi verkætlan. Vit ynskja at stuðla tær og geva tær bestu fortreytir til at halda skil á fíggjarliga partinum. 

Áðrenn spakin verður settur í

Tað er av alstórum týdningi, at at byggiverkætlanin er væl gjøgnumhugsað, so eingin fíggjarligur hvøkkur stingur seg upp. 

Tí mæla vit tær til at práta við okkum um tínar byggiætlanir. Tá veist tú hvussu nógv tú kanst læna og byggja fyri, og vit ráðgeva tær frá byrjan til enda. 

 

Kjekklisti

  • Fígging
    Kanna hvussu nógv tú kanst læna og byggja fyri, og skipa síðani byggiverkætlanina eftir tí.
  • Treytir
    Set teg væl inn í byggitreytirnar frá kommununi, eitt nú byggisamtyktir.
  • Tekningar
    Tosa við ein serkønan um at fáa eina fullfíggjaða tekning, um innrætting og um staðseting av bústaðinum.
  • Loyvi
    Tryggja tær, at tú hevur neyðugu loyvini áðrenn farið verður ígongd, so sum byggiloyvi og góðkendar tekningar.
  • Kostnaðarætlan
    Ger eina kostnaðarætlan við fullfíggjaðum tilfari og tilboðum. Kanna eftir, at alt er íroknað og treytinar eru nøktandi.
  • Skeyti
    Les og goym skeytið væl og kanna, um avmarikingar eru á skeytinum. Uppruna skeytið skal nýtast í samband við tinglýsing av veðbrøvum.
  • Trygging
    Tekna viðkomandi tryggingar. Serligar tryggingar eru galdandi til sethús í gerð, so sum spreingitrygging og trygging av arbeiðs- og hjálparfólki. 
  • Aðrir kostnaðir
    Kanna eftir, at tú hevur tikið hædd fyri øllum útreiðslunum, so sum íbindingargjøld til SEV og Fjarhitafelagið.

Kostnaðarætlan

Heinta okkara vegleiðandi kostnaðarætlan fyri bygging.

Hetta er eitt amboð til tín soleiðis, at tú kanst gera eina nágreiniliga kostnaðarætlan fyri tína byggiverkætlan.

Heinta kostnaðarætlan

Byggilán

Neyðugt er at lata okkum tekningar, byggiloyvið, møgulig tilboð og sáttmálar, fyri at vit kunnu viðgera tína umsókn um eitt Byggilán.

Eitt Byggilán virkar sum ein kassakredittur. Tú brúkar av kredittinum meðan byggingin fer fram. Tá bústaðurin er liðugur verður Byggilánið broytt til eitt Bústaðarlán.

Hvat hevur týdning fyri teg?

  • Ljóðviðurskifti
    Hugsa um, at sumt tilfar kann geva ekkó og sumt kann geva frið. 
  • Stílur
    Skal tað vera einkult, siðbundið ella okkurt heilt annað? 
  • Litir
    Skulu gólv, veggir og skápshurðar hava ymiskan lit, ella skal alt vera svart og hvítt? 
  • Tilfar
    Ynskja tit at brúka træ, betong ella gips? 
  • Hæddir
    Skal bústaðurin hava eina, tvær ella tríggjar hæddir? Og skal ein møgulig trappa vera mitt í rúminum ella úti við veggin?
  • Opið ella afturlatið
    Ynskir tú at hava færri stór rúm ella fleiri smærri rúm?
  • Atkoma
    Hugsa um hvar bilurin ella súkklan skal standa, og hvar inngongdin skal vera. 
  • Útiøki
    Ynskir tú at hava eina terassu, ein skúr ella hjall? 
  • Ljós
    Hugsa um hvussu rúmini eru staðsett í mun til sólargang - tú sært dømi á myndini niðanfyri. 
  • Veður
    Hugsa um hvar durur, terassa og annað er staðsett í mun til veður og vind. 

Soleiðis innrættar tú eftir veður og vind

Minst til at taka atlit til sólargang, ætt og lívd.

Á myndini sæst hvussu tú kanst staðseta høvuðsrúmini best eftir sólargangi, og hvussu sólarhitin verður gagnnýttur best.

Set teg í samband við okkum

Í felag hyggja vit at kostnaðar- og byggiverkætlanini og leggja eina ætlan fyri, hvussu tú kanst koma ígongd. 

Tú kanst skriva til tín kundaráðgeva á Netbankanum, ella bíleggja eitt prát við okkum her.

Bílegg prát