Sperra kortið

Her er ein vegleiðing til tín, ið hevur brúk fyri at sperra títt gjaldskort

5. element

Soleiðis gert tú

Hevur tú mist gjaldskortið burtur, ella hevur tú illgruna um, at onkur kennir loynitalið á tínum gjaldskorti? 

Tá er týdningarmikið, at tú beinanvegin ringir til:

  • Kundatænastuna í Betri Banka -  gerandisdagar - á telefon:
    • 348 000
  • Kundatænastuna hjá Nets - um kvøldið ella í vikuskiftinum - á telefon:
    • +45 44 89 27 50 (Sperra Mastercard)
    • +45 44 89 29 29 (Sperra Visa/Dankort)

Hesi nummur eru tey somu, um tú ert í Føroyum ella uttanlands. GG! Minst til at hava kontunummar ella kortnummar klárt, tá tú ringir og vilt sperra kortið.

5. element

Kort verða vanliga sperrað av hesum orsøkum

  • Eftir áheitan frá korteigara, tí kortið er burturmist ella stolið
  • Vegna trot á kontu
  • Loynitalið er tøppað inn skeivt meira enn 3 ferðir. Kortið sperrast tá sjálvvirkandi
  • Nýtslan í útlendskum gjaldoyra er størri enn loyvda hámarkið í 14 dagar. Kortið verður sperrað sjálvvirkandi
  • Nýtslan í eitt samdøgur er meira enn 15 ferðir í terminali og sjálvtøkum. Kortið verður sjávvirkandi sperrað
  • Tá Betri Banki fær boð um, at korteigari er deyður
5. element

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.