Gott at vita um gjaldskort

Her eru nøkur góð ráð og hent vitan um gjaldskort, sum kunnu hjálpa tær at brúka gjaldskort á tryggan og skilagóðan hátt.

Ferðast kort
Gjaldskort

Her eru nøkur góð ráð, sum eru galdandi fyri øll gjaldskort.

  • Gjaldskort eru at meta sum kontantur peningur. Fyrsta góða ráðið er tí altíð at goyma kortið á tryggum staði. Bæði úti og heima. Kortið má ikki liggja frammi.
  • Tað ber til at fáa sama loynital til øll tíni gjaldskort í Betri Banka, og tað kostar ikki eyka. Um tú gloymir kotuna sæst hon á Netbankanum. Trýst á Valmynd, síðani Míni kort. Trýst á kortið og síðani Vís PIN-kotu. 
  • Loynitalið er persónligt. Lat ongan annan kenna tað. Halt hondina yvir, tá tú trýstir loynitalið inn í sjálvtøkum. Tað hendir, at sníkar seta evarska lítil myndatól inn í erva á sjálvtøkuni og soleiðis fáa atgongd til títt loynital.
  • Nýt ongantíð loynitalið sum loynital ella atgongdarkotu til aðrar skipanir. 
  • Í útheiminum mást tú bert brúka loynitalið í peningasjálvtøkum, gjaldsjálvtøkum og handlum, har lýst verður við kortmerkinum
  • Kanna upphæddina áðrenn tú rindar við kortinum, og skriva ikki undir nakra kvittan, fyrr enn tann samlaða upphæddin er skrivað
  • Minst til tína kvittan, og goym hana at hava til eftirlit seinni
  • Er kortið burturmist, ella hevur tú illgruna um, at kortið verður misbrúkt, skal tað fráboðast Betri Banka ella Nets beinanvegin, so kortið verður sperrað.
    Til ber at sperra kortið á Netbankanum. Trýst á Valmynd, síðani Míni kort. Vel kortið, sum skal sperrast og trýst á Sperra kort.
Ferðast kort

Skalt tú uttanlands at ferðast? 

Fá nøkur góð ráð um gjaldskort og annað her

Keyp trygt á netinum

Alsamt fleiri keypa á netinum. Ert tú ein av teimum, eigur tú at tryggja tær, at titt gjaldskort er tilmeldað 3D Secure trygdarskipanina. 

Tá tú keypir við gjaldskorti á netinum, kanst tú verða biðin um at tøppa inn eitt 3D Secure loynital. 3D Secure er samlaða heitið fyri Dankort Secured by Nets, Verified by Visa og Mastercard ID Check. Hetta er ein eyka trygd, tá tú keypir á netinum. Tá tú keypir á netinum, skalt tú umframt tínar kortupplýsingar eisini brúka eina einnýtiskotu, sum tú fært sum sms boð.  

Um títt kort ikki er tilmeldað 3D Secure trygdarskipanina, ert tú vækomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 348 000, so kunnu vit gera tað fyri teg.

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.