Børn
Vit hjálpa tær at geva barninum eina góða fíggjarliga byrjan. Her á síðuni fært tú yvirlit yvir kontur, kort og annað, sum Betri Banki bjóðar tínum barni.
Ungur nemur, gamal fremur
Tað, vit læra sum børn og ung, taka vit vanliga við okkum inn í vaksnamannalívið. Tí er umráðandi at byrja tíðliga at læra um pengar og um, hvussu týðandi tað er at spara upp og handfara pengar ábyrgdarfult. Tá geva vit børnunum góðar fortreytir fyri at duga væl at umsita pengar.
Góð ráð um uppsparing
- Set eina upphædd inn á uppsparingarkontu um mánaðin. So hevur barnið eitt gott íkast til framtíðar dreymar.
- Lær barnið at spara upp og at brúka pengar á skilagóðan hátt - til dømis við at geva barninum lummapengar
Fyrsta gjaldskortið
Frá 10 ára aldri ber til at fáa gjaldskort úr Betri Banka. Einasta kravið er ein játtan frá foreldrum ella verja. Um tit koma inn á eina av okkara deildum, fær barnið ein kulan Puma ryggsekk frá okkum.
Talan er um eitt Mastercard Debit gjaldskort. Ein fyrimunur við kortinum er, at upphæddin, sum verður brúkt, verður afturhildin beinanvegin, og tí er lætt at hava yvirlit yvir, hvussu nógv er eftir á kontuni at brúka.
Mastercard Debit kann brúkast í handlum, á netinum og í sjálvtøkum kring allan heim
Les meira um brúkarareglur
Les meira um reglugerð fyri mynd á títt gjaldskort
Góð ráð um børn og gjaldskort
- Lær barnið at brúka kortið á tryggan hátt
- Tosa við barnið um, at kotan er loynilig
- Hjálp barninum at goyma kotuna
- Minst til, at kontan við kortinum er ein Nýtslukonta. Tí er skilagott at spara upp á aðrari kontu.
- Fylg við nýtsluni hjá barninum umvegis Netbankan
- Lær barnið um peninganýtslu. Set orð á, hvar peningurin kemur frá, og hvat hann skal brúkast til.
Latið okkum hoyrast
Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.