
Upplivingarveiða
Kom við á Upplivingarveiðu á deild okkara í Miðvági, har tú fært eina góða uppliving saman við tínum vinum.
Kom við á Upplivingarveiðu, og ver við í veiðuni eftir hópin av vinningum
Kvøldið er skipað sum ein skattaveiða. Tú fært ábendingar sendandi umvegis SMS-boð, sum leiða teg til ein ryggsekk.
Vit hava goymt tríggjar ryggsekkir við gávukortum frá Atlantic Airways í. Finnur tú ein ryggsekk vinnur tú ein ferðaseðil. Fyrstu ábendingina fært tú á deildini hjá okkum, síðani fært tú næstu ábendingarnar umvegis SMS boð.
Øll, sum luttaka eru við í lutakastinum um tveir ferðaseðlar frá Atlantic Airways - umframt teir tríggjar, sum eru í ryggsekkunum.
Vit bjóða pitsa og sodavatn eftir veiðuna.
Tak vinir, systkin ella floksfelagar í hondina, og kom við til eina stuttliga veiðu!
- týsdagin 8. september
- klokkan 18
- á deildini hjá Betri Banka í Miðvági.
Gev gætur, at tú skalt vera 16 ár fyri at vera við.
