Pisudagar

Fíggjarætlan, bústaður, stuðulsmøguleikar og lestrarlívið. Fá góð ráð um at flyta og vera lesandi. Pisudagurin er eisini ein upplagdur møguleiki at heilsa upp á onnur, sum ætla tað sama sum tú.

Summar. Sól. Vinir. Feria. Ólavsøka. Og so av landinum at lesa.

Men áðrenn tú fert, so kom við til Pisudagin 1. august í Havn, ella 6. august í Klaksvík, klokkan 18.

Her fært tú kunning um stuðulsmøguleikar, bústað, fíggjarviðurskifti, og góð ráð um at flyta og at vera lesandi.

Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyingar undir víðari lesnað uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, sum krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær.

Tí skipa MFS (Meginfelag Føroyska Studenta) og Betri Banki fyri Pisudegnum á hvørjum ári.

Tiltakið er ætlað tær, sum fer undir víðari lesnað uttanlands. Endamálið er at geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, sum eru í somu støðu sum tú, so tú kemur so væl frá byrjan sum gjørligt.

Á Pisudegnum vera, umframt MFS og Betri Banki, Ráðgevingin fyri Føroyingar í Danmark og Vegleiðingarstovan til staðar.

Vit gleða okkum at síggja teg á Pisudegnum 1. august í Reinsarínum Havn, ella 6. august á deild okkara í Klaksvík.

Tilmelding til Pisudagar

Tínir fyrimunir

Pengarnir eru ofta ikki nógvir, tá tú ert ungur, lesandi ella í læru. Tí hevur tú sum ungdómskundi serligar fyrimunir hjá okkum:

  • Tvey ókeypis gjaldskort
  • Ókeypis netbanka
  • Ókeypis innlánskontur
  • 1.000 krónur í gávu, tá tú stovnar eina Bústaðarkontu
  • Lægri kostnað, tá tú setur tína uppsparing í íløguprógv

Góð ráð til tín, sum fert til Danmarkar at lesa

CPR-nummar er eitt persónsnummar. Heima í Føroyum kenna vit tað sum okkara p-tal. Tað er skilagott at umbiða sær eitt CPR-nummar í góðari tíð, tí tað kann taka fleiri vikur at fáa.

Tú kanst umbiða CPR-nr. í Danmark ella venda tær til Ríkisumboðið í Føroyum, áðrenn tú fert av landinum. Minst til at hava passið hjá tær við og fyll út umsóknarblaðið, sum tu finnur her.

Hevur tú einki CPR-nummar, áðrenn tú flytir av landinum fært tú eitt, tá tú boðar frá flyting í nýggju kommununi í Danmark. Hetta kanst tú gera hjá Borgerservice í býnum tú flytir til.

Tað eru fleiri viðurskifti sum krevja, at tú hevur eitt CPR-nummar – eitt nú at fáa útgoldið SU. Tí er skilagott at fáa tað í rættlag sum skjótast.

Góð ráð til tín, sum fert út í heim at lesa

Møguleikarnir fyri val av útbúgving eru nógvir, og samstundis er nógv at taka støðu til.

 

Vegleiðingarstovan veitir vegleiðing innan útbúgvingarmøguleikar kring allan heimin.

Harumframt veita tey eisini vegleiðing innan fígging av lestri, skiftislestur og fjarlestur.

 

Les meira og umbið um eitt prát her.