
Tíðindi

Ársaðalfundur í Betri Banka P/F
Boðað verður til ársaðalfundar í høvuðssæti bankans, Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn, fríggjadagin 10. apríl 2026, klokkan 10.

Samskiftisfólk til marknaðardeildina hjá Betri Banka
Á marknaðardeildini hava vit ábyrgdina av innan- og uttanhýsis samskiftinum og marknaðarføringini av Betri Banka, Betri Heim og Betri samtakinum. Her er altíð gott lag og full ferð á. Uppgávurnar eru nógvar og rættiliga ymiskar frá degi til dags. Okkara fremsta uppgáva er at stuðla undir arbeiðið at veita góða ráðgeving til kundar okkara.

Ársroknskapurin fyri 2025
Úrslitið hjá Betri Banka fyri 2025 gjørdist 272,9 mió. krónur. Orsøkin til góða úrslitið er, at eftirspurningurin eftir fígging frá bæði vinnu- og privatkundum hevur verið stórur, og at útreiðslurnar hava verið lægri enn undanfarin ár.
Broyting í netbankanum í samband við kontuavrit
Í samband við eina broyting í netbankanum, verða talgild kontuavrit ikki longur framleidd og goymd í skjalagoymsluni sum PDF fílur. Kontuavrit, sum longu liggja í skjalagoymsluni, verða tó framvegis at finna aftaná broytingina.