Læknaviðtala

Bráðsjúkutrygging

Tá álvarslig sjúka rakar, er gott at sleppa undan fíggjarligum trupulleikum og stúranum.

Bráðsjúkutrygging veitir tær skjótt og munandi útgjald, um tú fært álvarsliga sjúku, so tú noyðist at sleppa øllum skyldum og savna teg um viðgerðina.

Vit blanda okkum ikki í, hvat ið tú brúkar útgjaldið til. Tú ræður, um tú rindar fyri serlæknaviðgerð, hjálpartól ella bara frítíð og ferðing til tess at koma fyri teg aftur.

Hvussu nógv verður goldið út, veldst um upphæddina, ið er avtalað millum teg og okkum, tá ið Bráðsjúkutryggingin verður teknað. Tú kanst tekna upp til 200.000 kr.

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars. 

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 700

Send teldupost