Um tú ikki kanst taka undir við avgerð okkara í einum tryggingarmáli, ert tú vælkomin til, í fyrsta umfari, at seta teg í samband við okkum aftur. Kann málið verða loyst á henda hátt, er tað tann besta, mest einfalda og skjótasta loysnin fyri báðar partar.
Vísir tað seg, at tú og Betri Pensjón ikki røkka einari semju, hevur tú møguleika til at kæra avgerðina til Ankenævnet for Forsikring. Eisini er møguleiki fyri at senda skrivliga kæru til Juttu í Horni Hansen, sum er kæruviðgeri hjá Betri Pensjón. Kæran kann sendast við telduposti til jh@trygging.fo.
Leinkjur til hentar heimasíður um kærumál:
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum