Eingin kostnaður fyri Ung

 

Ert tú undir 21 ár, og er pensjónssamansparingin undir 10.000 kr., so rindar tú einki í umsiting hjá Betri Pensjón.

Lógin sigur, at av hvørjari lønarflyting, sum er omanfyri 250 kr., skulu í minsta lagi 12% rindast í pensjón. Hóast tú bert arbeiðir fáar tímar um vikuna ella ert avloysari av og á, skalt tú kortini spara minst 12% av lønini saman til pensjón. 

Ynskir tú eina pensjón í Betri Pensjón, so sig við tín arbeiðsgevara, at pensjónin skal flytast á konto 9181-166.414.1.

Ring á 348 700, um tú ivast.

Ung arbeiða