Fysioterapi

Um tú verður óarbeiðsfør/ur

Verður arbeiðsførleikin skerdur, kann hetta ávirka teg fíggjarliga. Men visti tú, at tú kanst tryggja teg ímóti mistum arbeiðsførleika?

Óhapp og skaðar henda – og um illa vil til, kunnu vit gerast órbeiðsfør. Tað ávirkar okkum fíggjarliga, bæði her og nú, men eisini seinni í lívinum.

Tú kanst tryggja teg móti óarbeiðsføri, soleiðis at tú klárar teg fíggjarliga restina av lívinum, um illa vil til.

 

Tryggja tær inntøku, um tú verður óarbeiðsfør/ur

Teknar tú eina Óarbeiðsføristrygging - og tú síðani verður óarbeiðsfør/ur - kanst tú fáa fastar veitingar fram til tú fyllir 67 ár. Treytin er kortini, at óarbeiðsførið verður staðfest, áðrenn 60 ára aldur.

Noyðist tú úr starvi vegna óarbeiðsføri - og hevur tú teknað eina óarbeiðsføristrygging - skalt tú hava eina læknaliga meting, sum staðfestir, at tú ert í minsta lagi 2/3-óarbeiðsfør/ur. 

Myntir

Tryggja tær pensjón, um tú verður óarbeiðfør/ur

Hetta kann gerast við at tekna eina sonevnda Gjaldsundantøkutrygging. 

Verður arbeiðsførleikin skerdur áðrenn pensjónsaldur, er munagott at hava eina Gjaldsundantøkutrygging, soleiðis, at tað framhaldandi verður goldið inn til tína pensjón, hóast tú ikki fært arbeitt. 

Við hesi trygging, rinda vit inn á pensjónskontuna, um tú verður óarbeiðsfør/ur. So tú sleppur undan fíggjarligu stúranini. 

Harumframt varðveitir tú tryggingarnar, sum tú hevði, áðrenn tú gjørdist óarbeiðsfør/ur.

Sparigrísur

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars. 

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 700

Send teldupost