Viðgerðartrygging
Viðgerðartryggingin tryggjar tær eina skjóta og góða viðgerð, um tú gerst sjúk/ur ella ert fyri vanlukku. Tryggingin verður teknað í samstarv við “Gjensidige Forsikring”.
Hjá Betri Pensjón snýr tryggleiki seg ikki bert um at sleppa undan sjúku og óhappum. Vit vita, at óhapp henda. Sjúka kann raka. Tí er tryggleiki eisini vissan um, at tú fært skjóta og góða viðgerð, tá ið illa vil til og sjúka og skaði raka.
Tað kann hava stór fíggjarlig og menniskjanslig árin, tá vit gerast sjúk ella fáa skaða. Tí ræður um at sleppa undan bíðilistum og øðrum, ið kann seinka røttu viðgerðini.
Endamálið við Viðgerðartryggingini er júst at tryggja tær skjóta og góða viðgerð.
Boða frá skaða hjá Gjensidige
Soleiðis ritar tú inn
- Vitja heimasíðuna: www.gjensidige.dk/login
- Vel ”Privat”
- Vel ”SAMLEIKIN-sundhedsforsikring FO”
- Vel ”log ind”
Um tú ikki hevur Samleikan, kanst tú skjótt og lætt skráseta teg á www.samleikin.fo/
Tú kanst eisini ringja og boða frá. Ring til Gjensidige á tel. +45 7010 9009
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.