Lívstrygging
Ein lívstrygging er í grundini til tey, ið eru tær næst. Skuldi tú doyð, áðrenn tú fyllir 67 ár, fáa tey, ið eftir sita, eina upphædd, sum kann lætta munandi um hjá teimum fíggjarliga.
Lívstryggingin veitir eitt útgjald, um tú doyrt, og hon er galdandi fram til 67 ára aldur.
Hon kann koma teimum avvarðandi væl við, um tú doyrt í tryggingarskeiðnum - tvs áðrenn tú gerst 67 ár. Tá fáa tey, ið eftir sita, eina upphædd útgoldna.
Tú kanst í mesta lagi hava 4.000.000 kr. í lívstrygging.
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.