Freistir fyri Kristi himmalsferðardag
Hósdagur 14. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagur 15. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum.Tí verða ongar bankaflytingar gjørdar hesar báðar dagarnar.
Niðanfyri sært tú freistirnar, sum eru galdandi, um flytingar skulu vera móttakarunum í hendi áðrenn Kristi himmalsferðardag:
- Uttanlandsflytingar í netbankanum: Mikudagin 13. mai kl. 13.00
- Lønarflytingar: Týsdagin 12. mai kl. 15.30
- Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: Týsdagin 12. mai kl. 18.30
- Flyting sama dag til kontu í øðrum peningastovni: Mikudag 14. mai kl. 11.45
- Vanlig flyting í sama peningastovni: Mikudag 13. mai kl. 18:30
Til ber eisini at gera eina skundflyting, sum er á kontu hjá móttakara stutt eftir, at flytingin er gjørd.
