![5. element](/-/media/betri/images/banki/16x9-1600x900/5_element_bb_16-9.png?rev=8d205f116bb8453ba420d6b5fed565dc&mw=1600&hash=925553205C2A3EEB7048DC68DBC8F3A3)
Freistir ísv. flytingar áðrenn ólavsøku
Lønarflytingar
Týsdagin 26. juli klokkan 15.30 er seinasta freist at gera lønarflytingar, sum skulu vera á kontu hjá móttakaranum áðrenn ólavsøku.
Vit mæla til, at lønirnar verða fluttar í seinasta lagi mánadagin 25. juli, soleiðis at møguligar villur í lønarflytingunum kunnu rættast týsdagin 26. juli.
Uttanlandsflytingar
Um flytingar til útlond skulu verða avgreiddar frá bankans síðu áðrenn ólavsøku mæla vit til, at tú avgreiðir uttanlandsflytingar í Netbankanum, í seinasta lagi mikudagin 27. juli klokkan 14.