
Tíðindi

Banki
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Sethúsaprísirnir í Tórshavn hækkaðu 6% fyrsta ársfjórðing í 2025 samanborið við miðalprísin í 2024.Tað vil siga, at miðalprísurin fyri eini sethús í Tórshavn er 4,4 milliónir krónur.

Banki
Betri Banki framvegis SIFI stovnur í Føroyum
Fíggjareftirlitið hevur staðfest, at Betri Banki framvegis er ein SIFI stovnur í Føroyum, og verður sostatt mettur at vera ein týðandi peningastovnur fyri føroyska samfelagið.

Banki
Betri Banki lækkar renturnar
Danski Tjóðbankin lækkaði í gjár leiðandi rentuna við 0,25% stigum.Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar renturnar.

Banki
Freistir fyri Kristi himmalsferðardag
Hósdagin 29. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagin 30. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT veitaranum hjá okkum. Tí verða ongar bankaflytingar framdar hesar báðar dagarnar.