Gjaldskort

Tað er týdningarmikið, at tú hevur tey gjaldskort, ið hóska til tín. Tú kanst hava meira enn eitt kort knýtt at somu kontu. Í Betri Banka bjóða vit fleiri ymisk kort - alt eftir tørvi.

Visa gjaldskort

Hvat skalt tú brúka kortið til?

Hevur tú brúk fyri einum gjaldskorti til dagligu peninganýtsluna her heima, einum øðrum korti uttanlands sum trygd, tá tú ferðast? Skal tað vera kontaktleyst? Kanska er tað títt barn, sum hevur brúk fyri einum korti, sum ikki kann fara í trot? Óansæð støðu, kunnu vit við vissu bjóða tær tey kort, sum júst tú hevur brúk fyri. Her fært tú eitt yvirlit yvir møguleikarnar.

Fjepparakort?

Fær ein mynd av tínum fótbóltsliði teg í gott lag? So burdi tú umhugsað at fingið tær eitt fjepparakort. Tá hevur tú altíð tína yndismynd beint við hondina.

Les meira

Fjepparakort

Fá tína yndismynd á gjaldskortið

Gev tínum gjaldskorti eitt persónligt snið. Mynda títt kort við yndismyndini av børnunum, heimbygdini, frensinum ella onkrum heilt øðrum.

Les meira

Børn

Gott at vita um gjaldskort

  • Títt loynital
  • Tá tú keypir á netinum
  • Nýtsluhámørk

Les meira her

Gjaldskort

Skalt tú uttanlands at ferðast? 

Her eru nøkur góð ráð til tín, sum hevur eina uttanlandsferð fyri framman. Tað er altíð skilagott at fyrireika seg væl í góðari tíð frammanundan. Tá verður ferðin bæði tryggari og stuttligari. 

Fá nøkur góð ráð her

Ferðast

Gjaldskort - møguleiki fyri mótmæli

Sum korthaldari hevur tú í summum førum møguleika at mótmæla ella vísa aftur gjaldingum, sum eru gjørdar við tínum gjaldskorti. Hetta um keypið er gjørt á netinum, við postordra ella telefonordra. Slík keyp kallast fjarsøla.

Møguleikin fyri mótmæli veldst um, hvat kort, tú hevur brúkt til keypið. Niðanfyri eru vegleiðingar til fleiri kortsløg, har tú fært upplýsingar um tínar møguleikar fyri mótmæli fyri hvørt einstakt gjaldskort.

Vónandi finnur tú tær upplýsingar, tær tørvar. Um ikki, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Til ber eisini at seta seg í samband við danska Finansrådet viðv. upplýsingum um møguleikarnar fyri at mótmæla gjaldingum.

Ivast tú?

Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.