Við stovnan av Lummanum, skal Betri Banki hava omanfyri standandi upplýsingar um samleikan hjá brúkaranum. Foreldur/verji hjá brúkaranum gevur við hesum Betri Banka loyvi at heinta hesar upplýsingar um brúkaran úr Landsfólkayvirlitinum. Tað verður serliga viðmerkt, at við at stovna Lumman geva foreldur/verji hjá brúkaranum sítt samtykki til, at Betri Banki samsvarandi § 11, stk. 2, nr. 2), í lógini um viðgerð av persónsupplýsingum, kann nýta p-talið til at eyðmerkja brúkaran í sambandi við innritan á Lumman. Foreldur/verji hjá brúkaranum kann til hvørja tíð, taka sítt samtykki aftur við at venda sær til Betri Banka. Afturkalling av samtykkinum merkir eisini, at atgongd til Lumman verður stongd.