Kom og lær víðari hjá Betri Trygging

Treingir tú til nýggjar avbjóðingar? Dámar tær at hava við fólk at gera? Ert tú tænastusinnað/ur?

Kom so og lær víðari hjá Betri Trygging. Vit hava lærupláss tøk at seta eftir summarferiuna.

 

Hvør ert tú?

Tað týdningarmesta er, at tú ert fyrikomandi og dámar at hava við fólk at gera. Tað ger einki, um tú ikki kennir nakað til tryggingarøkið – tað læra vit teg alt um.
• Tú hevur í minsta lagi prógv á miðnámsstøði
• Hevur tú arbeiðisroyndir innan eitt nú handverk, ráðgeving ella sølu- og tænastu, er tað ein fyrimunur
• Tú ert álítandi, fyrikomandi og veitir góða tænastu
• Tú tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað

Hvat fært tú?

Tá ið tú kemur í læru í Betri Trygging, fært tú eina góða, grundleggjandi útbúgving, ið gevur møguleika at lesa víðari. Eitt gott og avbjóðandi næmingastarv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum og støðugari førleikamenning. Harumframt:
• 35 tíma arbeiðsviku
• 2 ára lærutíð við góðari løn og eftirløn
• Fittar og stuttligar starvsfelagar við plássi fyri skemti í gerandisdegnum
• Starvsstað á Kongabrúnni í Havn
• Góða kantinu
• Atgongd til fitnesshølið á staðnum
• Starvsheitið »Tryggingaratstøðingur« eftir lokna útbúgving

Hvat skalt tú gera?

Vit loysa dagliga nógvar ymiskar uppgávur, og tú kemur tíðliga í samband við kundarnar og sleppur at royna teg. Fyri tað mesta ert tú til arbeiðis, men umleið 5. hvørja viku tekur tú skúlaskeið á 3 dagar í Havn. Vit leggja stóran dent á, at tú trívist og lærir sum mest. Tí fært tú ein innanhýsis mentor, sum hjálpir tær í lærutíðini, eitt nú við:
• Kundasamskifti, har tú vegleiðir og ráðgevur kundunum
• At viðgera skaðar
• Kundarøkt
• Sparring og vitanardeiling innanhýsis
• Skuldi tú fingið fast starv eftir lærutíðina, vænta vit, at tú fert undir víðari útbúgving, sum vit rinda fyri. Hon er skipað í fleiri modulum, sum øll enda við próvtøku í Danmark.

Hvussu søkir tú?

Ljóðar hetta áhugavert, send so umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum til hr@trygging.fo í seinasta lagi 1. mars 2023 kl. 12.00. Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at spyrja Duritu S. Dal-Christiansen, HR-ráðgeva, á tlf. 548695 ella t-posti ddc@trygging.fo. Á Instagram, Facebook og LinkedIn kanst tú fáa eitt innlit í Betri Trygging sum arbeiðspláss.
Størvini verða sett 1. september.



Høvuðssætið hjá Betri Trygging er á Kongabrúnni í Havn, og hartil eru smærri deildir kring landið. Vit tátta í 100 starvsfólk tilsamans - hvør við okkara serkunnleika. Vit virða fakligheit, trivnað og menning - og eisini tað góða lagið. Vit eru partur av Betrisamtakinum, sum tú kanst lesa meira um her: www.betri.fo.