Familja

Eginbúskapur

Vit hava savnað okkara bestu ráð og amboð á hesari síðuni, sum skal hjálpa tær at fáa pengarnar at røkka til alt tað neyðga í gerandisdegnum, og til dreymarnar, sum tú hevur fyri framtíðina

Fyrireikaður

Heildarkonta

Fá yvirlit yvir tína fíggjarstøðu, og halt skil á føstum útreiðslunum við eini Heildarkontu.

Stovna tær eina Heildarkontu afturat Nýtslukontuni. Tá flytur tú eina fasta upphæd inn á Heildarkontuna hvønn mánað og rindar tínar føstu útreiðslur haðani.

Hvussu stór fasta upphæddin er, verður roknað út frá, hvørjar fastar útreiðslur tú hevurfyri alt árið. 

 

Fyrsta hús

Bústaðarkonta

Bústaðarkontan er til tín, sum ynskir at spara upp til tín fyrsta bústað við hægri rentu.

Vit ynskja at stuðla øllum, sum spara upp til fyrsta bústaðin. Tí fært tú 1.000 krónur í gávu á kontuna, tá tú stovnar eina Bústaðarkontuna.

Peningurin á Bústaðarkontuni kann brúkast til:

  • Eginpening í samband við bústaðarkeyp
  • Keyp av íbúð, grundstykki ella sethúsum
  • Sethúsabygging
Børn

Bassakonta

Gev barninum eina góða fíggjarliga byrjan við eini Bassakontu.

Bassakontan er fyrsta konta, sum børn vanliga fáa í Betri Banka. Hon er ókeypis at stovna og hevur góða rentu í mun til aðrar kontur. Øll børn, sum fáa hesa uppsparingarkontu fáa 500 krónur í gávu og eina fitta gávu frá Bassa. 

Set eina upphædd inn á Bassakontuna um mánaðin. So hevur barnið eitt gott íkast til framtíðar dreymar.

Heilsa

Íløgurøkt

Lat eyguni aftur og ímynda tær, at tú vaknar um 5, 10 ella 20 ár. Ímynda tær so, at tú ert fíggjarliga fræls/ur til at liva tað lívið, tú droymir um.

Tað, sum er mest umráðandi, er, at tú hevur gjørt tær tankar um, hvussu tú ynskir, at tín framtíð skal síggja út fíggjarliga.  

Tú kanst spara upp við at seta pengarnar á eina uppsparingarkontu – ella tú kanst seta uppsparingina í virðisbrøv.  

Góð spariráð

  • Ger eina fíggjarætlan

So hevur tú skil á inntøkum og útreiðslum og veit, hvat tú hevur eftir til nýtslu

  • Set tær fíggjarlig mál

Deil tøka peningin, eftir fastar útreiðslur eru goldnar, út í ymsar útreiðslu bólkar. Tað er til dømis mat, klæðir, frítíðarítriv, gávur og annað. Set eina upphædd av til hvørt, og miða eftir, at ikki brúka meira enn hesa upphæddina.

  • Ger eina matarætlan

Ger eina matarætlan fyri eina viku í senn, og keyp inn eina ella tvær ferðir um vikuna. Tá tú ert væl fyrireikað/ur sparir tú bæði pengar og minkar um matoyðsl.

  • Keyp brúkt

Klæðir, leikur, innbúgv, bøkur ella bilar. Tað eru fleiri endurnýtslu handlar í Føroyum, umframt privat søla á netinum. Spar pening - og ver meira burðardygg/ur - við at keypa brúkt.

  • 48 tímars reglan

Kennir tú 48 tímars regluna? Hon gongur út uppá, at tú bíðar í 48 tímar við at keypa okkurt, sum tú hevur gott eyga á júst nú. Soleiðis kanst tú steðga impulskeypum, og keypir tær tað, tú veruliga hevur brúk fyri.

Fyririeking til Bústaðarlán

Droymur tú eisini um egnan bústað? So ert tú óivað eisini byrja/ur at droyma um nýggjan køk, gólvhita ella at hugna um stovuna.

Vit ynskja at hjálpa tær við at gera tínar dreymar til veruleika.

Fyrsta stigið á leiðini er, at tosa við tín ráðgeva. Tá fært tú eina mynd av, hvat veruliga letur seg gera fíggjarliga og tá verður styttri frá dreymi til veruleika.

Í felag leggja tit eina ætlan fyri, hvussu tú kanst røkka tínum máli um egnan bústað.

Ver væl fyrireikað/ur og fylg hesum ráðunum

  • Royn roknaran, og fá eina vegleiðandi bústaðarútrokning
  • Legg eina fíggjarætlan
  • Raðfest uppsparing til eginfígging við eini Bústaðarkontu
  • Tosa við okkum

Saman finna vit loysnina.

Bílegg eitt prát

Í Betri Banka bjóða vit ymisk lán til ymiskan tørv. Í okkara ráðgevin taka vit hædd fyri øllum viðurskiftum og hjálpa tær at finna fíggjarliga javnvág millum tíni bústaðarynski og alt annað, tú eisini droymir um.

Les meira

Børn og pengar

Gev tínum barni bestu fortreytir til góðar pengavanar, og hav dirvið at seta orð á pengar.

Vís barninum á dømir sum tey klára at fyrihalda seg til. Greið frá støðum ella vørum, sum barnið kennur. Tosa til dømis um hvat eitt súrepli kostar, og hvussu nógvar 1 krónur skulu til fyri, at hava ráð til eitt súrepli.

  • Greið frá at tað er skilagott, at leggja til síðis. Hjálp teimun at spara saman til eitt hvørt, sum tey ynskja sær. Hátíðarhald løtuna saman við teimun, tá ið tey eydnast. 
  • Lummapengar er eitt gott høvi at læra seg við pengum.Tosa um týdningin av, at ikki brúka alt í einum, men at fáa pengarnar at røkka til næstufer tey fáa lummapengar.
  • Greið frá at leikur, klæðir, bóltar og teldlar kostar pengar. Tað er í lagið at ikki hava ráð til eitt hvørt ein ynskir sær, og tí er skilagott at læra at seta til síðis.
  • Lær barni fyrst um reiðan pening. Greið síðan frá gjaldskortum tá ið barni hevur skilt hvat pengar er.

Vit hjálpa fegin tær at geva barninum eina góða fíggjarliga byrjan. 

Les meira

Burðardygd í gerandisdegnum

Fá ein meira burðardyggan gerandisdag og spar samstundis pengar.

  • Lat bilin standa og gang til handis
  • Ger matætlan - so slepst undan matspill og impulskeypum
  • Ger mat til fleiri dagar, og goym í frystiboksini
  • Tak ryggsekk ella toytasku við til handils, heldur enn at keypa ein beriposa
  • Termokrúss og matpakka, heldur enn kantinu og bensinstøð
  • Keyp endurnýtslu frá eitt nú Dugna, Reyða Krossi og Blá Krossi

Bíligari at vera burðardyggur

Vit hava gjørt tað bíligari hjá tær at velja burðardygd, og tí eru renturnar á Orkuláni, Grønum bústaðarláni og Grønum billáni væl lægri enn á vanligum lánum. 

Millum annað hava vit ment ein roknara, har tú kanst kanna, hvussu nógv tú sparir við at gera burðardyggar umvælingar.

Royn Orkuroknaran

Ert tú bundin av spæl á netinum?

Vit ynskja at hjálpa tær, sum er bundin av spæl á netinum.

Av somu orsøk hava vit gjørt eina samstarvsavtalu við Center for Ludomani, sum inniber, at allir føroyingar kunnu fáa ókeypis hjálp frá teirra serfrøðingum.

Les meira

Avleiðingar

Ludomani kann hava fíggjarligar avleiðingar. Tann spælbundni kann fáa eina óstøðuga fíggjarstøðu og sera høga nýtstu. Ein avleiðing kann verða, at neyðugar útreiðslur ikki vera goldnar sum ger, at gerandisdagurin ikki hongur saman. 

Tak ræði á tíni nýtslu, og tak fyrsta stig til, at gevast við spæl á netinum.

Latið okkum hoyrast

Okkara endmál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.