Broyting í netbankanum í samband við kontuavrit
Í samband við eina broyting í netbankanum, verða talgild kontuavrit ikki longur framleidd og goymd í skjalagoymsluni sum PDF fílur. Kontuavrit, sum longu liggja í skjalagoymsluni, verða tó framvegis at finna aftaná broytingina.
Tú hevur møguleika at:
· taka kontuavrit niður sum PDF
· taka kontuavrit út í Excel
· taka kontuavrit út sum CSV
Vegleiðing um, hvussu kontuavritini verða heintað í netbankanum, er at finna her.
Um tú ert ein vinnukundi og brúkar talgildu kontuavritini úr skjalagoymsluni til bókingar, kann Bank Connect verða ein hóskandi loysn til tín. Bank Connect er ein snild skipan, sum sjálvirkin kann gera flytingar og bókingar millum netbankan og bókhaldsskipanina. Tú kanst lesa meira um Bank Connect, á okkara heimasíðu https://www.betri.fo/fo/banki/sjalvgreidsla/bank-connect
Hevur tú nakrar spurningar til broytingina, ella vilt tú frætta Meira um Bank Connect, ert tú vælkomin at seta teg í samband við tín ráðgeva.
