Starvsfólk til Kundatænastuna hjá Betri Banka
Dámar tær at veita framúr kundatænastu, og stórtrívist tú við at samskifta við kundar við einum smíli? So er tað møguliga tær, vit leita eftir
Vit leita eftir einum nýggjum starvsfelaga, ið hevur eina styttri útbúgving, og sum ynskir at finna eitt fast starv, har góðir møguleikar eru fyri víðari menning.
Sum partur av kundatænastuni fært tú starvsfelagar, sum hava sum fremsta mál at hjálpa og vegleiða kundum okkara á besta hátt.
Kundatænastan tekur ímóti øllum kundum, sum ringja ella venda sær til bankan umvegis teldupost. Kundatænastan er eitt sera týðandi lið í okkara miðvísa arbeiði at tryggja eitt høgt kundanøgdsemi.
Tínar uppgávur
Saman við ágrýtnu og nærløgdu starvsólkunum á kundatænastuni verða uppgávurnar at ráðgveva og avgreiða allar kundar, sum ringja og skriva til Betri Banka. Ráðgevingarøkið er breitt og snýr seg um alt frá fyrispurningum um smærri lán, netbankan, vegleiðing í kortum, ivamálum í sambandi við flytingar og mangt annað.
Vit vænta av tær
- At tú trívist væl við at veita kundum eina góða tænastu umvegis telefon ella teldupost
- At tú kanst orða teg væl á føroyskum og enskum
- At tú ert opin og uppsøkjandi
- At tú trívist í einum umhvørvi við høgari ferð
- At tú ert vinarlig/-ur, fyrikomandi og ágrýtin
- Hevur peningastovnsútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
Vit bjóða
- Eitt áhugavert starv við einum spennandi, avbjóðandi og fjølbroyttum arbeiðsdegi
- Góða upplæring og sparring á deildini
- Ein dagligdag við góðum starvsfeløgum, har trivnaður og samstarv hava stóran týdning
Send okkum eina umsókn, um hetta hevur tín áhuga.
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum. Lønin verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG.
Áhugað kunnu seta seg í samband við Boga R. Lydersen, leiðara á kundatænastuni, á tlf. 348 389 / brl@betri.fo ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf. 348 224
Skrivlig umsókn við CV skal sendast til starv@betri.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi 9. oktober 2025.