Sethúsini halda fram at dýrka

Føroyski bústaðarmarknaðurin er heitur. Tað staðfesta nýggjastu hagtølini, sum Betri Banki hevur gjørt fyri fyrra hálvár í ár.

Í kjalarvørrinum av rentulækkingunum hetta seinasta árið hava sethúsaprísirnir aftur tikið dik á seg. Við framhaldandi fólkavøkstri, vaksandi lønarútgjaldingum og avmarkaðum bústaðarútboði er í løtuni einki, sum bendir á, at gongdin vendir í bræði.

 

4,5 milliónir fyri eini sethús í Tórshavn

Fyrra hálvár í ár kostaðu eini sethús í Tórshavn 4,5 mió. krónur í miðal. Tað er 7% meira enn í fjør, tá miðalprísurin var 4,2 mió. krónur.

Fyri restina av landinum var miðalprísurin 2,3 mió. krónur fyrra hálvár í ár, samanborið við 2,2 mió. krónur í fjør. Tað er ein vøkstur á 5%.

 

 

Størsti prísvøksturin er í Eysturoynni

Vit hava í nógv ár sæð ein støðugan prísvøkstur í Eysturoynni - bæði kring munnarnar til Eysturoyartunnilin og aðrastaðni. Taka vit bygdirnar á Skálafjørðinum undir einum, kostaðu eini sethús í miðal 2,9 mió. krónur fyrra hálvár í ár, samanborið við 2,5 mió. krónur í fjør. Vøksturin er 15%.

 

Eini sethús á Skálafjørðinum kostaðu í miðal 2,9 mió. krónur fyrra hálvár í ár, samanborið við 2,5 mió. krónur í fjør. Vøksturin er 15%.

 

Fyri restina av Eysturoynni var miðalprísurin 2,6 mió. krónur fyrra hálvár í ár, samanborið við 2,2 mió. krónur í fjør. Tað er ein vøkstur á heili 17%.

 

 

Hóast størsti krónuvøksturin seinastu 10 árini hevur verið í høvuðsstaðarøkinum, hevur størsti prosentvøksturin verið í Eysturoynni. Síðan 2015 eru sethúsaprísirnir á Skálafjørðinum øktir við 220%, meðan prísirnir í restini av Eysturoynni eru øktir við 190%. Í Tórshavn eru prísirnir sama tíðarskeið øktir við 110%.