5. element

Betri Banki havt eftirlitsvitjan

Í september 2024 var Fíggjareftirlitið á vitjan í Betri Banka. Talan var um eina regluliga eftirlitsvitjan, har tey mest týðandi váðaøkini vórðu gjøgnumgingin. 

Fíggjareftirlitið staðfestir, at neyðugt er ikki at broyta niðurskrivingarnar - og solvenstørvurin, sum bankin pr. 30 juni 2024 hevur gjørt upp til 10,1%, metti Fíggjareftirlitið at vera nøktandi. 

Í frágreiðingini staðfestir Fíggjareftirlitið, at bankin hevur ein lutfalsliga stóran part av stórum innlánum frá vinnukundum, sum ikki eru fevnd av Innskjótaratrygdini. Víst verður eisini á, at bankin fíggjar bústaðir við 1. veðrættarlánum. Hetta er ikki nakað nýtt, tó at parturin av stórum innlánum er minkaður støðugt seinnu árini. 

Fíggjareftirlitið gjøgnumgekk 104 útlán, svarandi til 47,9% av samlað útlánunum. Ongar niðurskrivingar vórðu broyttar.

Í samband við eftirlitsvitjanina hevur bankin fingið nøkur boð um at skipa ávís viðurskifti øðrvísi. Hesi boð, sum í mestan mun eru av umsitingarligum slagi, hevur bankin tikið til eftirtektar. Okkurt av boðunum er avgreitt og væntandi verða øll avgreidd innan stutta tíð.

Betri Banki tekur viðmerkingarnar og boð frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar. 

''Eftirlitið hesa ferð gekk væl. Onkrar mannagongdir og politikkir skulu tillagast, men sum heild er talan um umsitingarlig viðurskifti. Vit fegnast um, at hvørki niðurskrivingar ella solvenstørvur vórðu broytt. Bankin er væl brynjaður at møta framtíðarkrøvum og avbjóðingum'', sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka. 

 

Frágreiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum og hjá Betri Banka her.