
Burðardygd og Samfelagsábyrgd 2024
Vit arbeiða miðvíst fyri at betra um okkara ávirkan á føroyska samfelagið, og minka um okkara neiligu ávirkan á umhvørvið. Síðan 2021 hava vit minkað okkara CO2 útlát við 100 tonsum, sum svarar til 20,5%.
Samstundis vilja vit gera tað so lætt og bíligt hjá okkara kundum at velja orkusparandi loysnir. Tí er rentan á bústaðarláninum lægri, tá bústaðurin verður hitaður við elorku ella fjarðhita. Somuleiðis er rentan á billáninum lægri, um tú velur elbil, og rentan á láninum til orkusparandi umvælingar er lægri enn á øðrum lánum. Seinasta árið eru hesi sløgini av fíggingum økt við 27,6%.
Starvsfólkatrivnaður er altavgerandi
Áliga trivnaðarkanningin staðfestir, at starvsfólkini sum heild eru sera væl nøgd og kenna seg motiveraði.
Vit leggja alstóran dent á, at starvsfólkini í bankanum trívast. Tá vit trívast ber til at veita kundum okkara so góða ráðgeving sum til ber. Tað inniber millum annað, at vit raðfesta familjulívið og frítíðina hjá starvsfólkunum, og at tað er pláss fyri at arbeiða niðursetta tíð, sum 38% av okkara starvsfólkum gera.
Starvsfólkahópurin hjá okkum er fjølbroyttur, og eru vit í aldrinum 20 til 70 ár. Vit hava ymiskar royndir og førleikar, og meta tað hava góða ávirkan á ta tænastu og ráðgeving vit veita okkara kundum.
Vit vilja gera tað lætt og gott at vera kundi
Okkara fremsta uppgáva er at gera tað so lætt og gott at vera kundi hjá okkum, sum til ber. Tí leggja vit stóran dent á at ráðgeva kundum okkara at fáa eina haldgóða fíggjarstøðu og geva góð ráð um, hvussu man kann spara upp og fáa góðar pengavanar. Tað gera vit millum annað við at skipa fyri átøkum og tiltøkum kring alt landið, sum eru viðkomandi fyri allar aldursbólkar.
Tryggleikin er í hásæti
Betri Banki skal yvirhalda lóggávu millum annað innan KT trygd. Hetta fyri at verja okkum, og okkara kundum, móti netálopum. Starvsfólk verða kunnaði javnan innan dátuvernd og KT trygd, fyri at tryggja, at øll starvsfólk hava neyðuga og dagførda vitan innan hetta økið. Eisini hava vit ein politikk fyri sunna virkismentan og eina fráboðanarskipan, sum er við til at tryggja, at vit fylgja viðkomandi lógum og hava ein álitisvekjandi atburð, bæði mótvegis kundum og hvørjum øðrum.
Samstundis arbeiða vit miðvíst fyri, at bankin ikki verður nýttur til hvítting ella fígging av yvirganga. Tað gera vit við at hava kunnleika um allar kundar. Øll starvsfólk taka e-learning skeið um hvítting og fígging av yvirgangi á hvørjum ári.
Tú kanst lesa alla frágreiðingina um Burðardygd og Samfelagsábyrgd fyri 2024 her.