Gjaldskort

Reglurnar í sambandi við at nýta Dankort, Visa/Dankort og Mastercard verða broyttar

12. februar verða reglurnar fyri at nýta Dankort, Visa/Dankort og Mastercard broyttar. Fyri teg merkir hetta, at tú frameftir skalt nýta eitt persónligt loyniorð, tá ið tú keypir á netinum. Umframt hetta fært tú eisini SMS-einnýtisloynitalið, sum verður brúkt í dag. Orsøkin til broytingina er at økja um trygdina við keypi á netinum.

Hvussu kemur broytingin í gildi?

Tá ið tú nýtir gjaldskortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, fert tú at verða biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og skráseta títt telefonnummar - hetta hendir, tá ið tú skalt góðkenna fyrsta keypið eftir 12. februar. Tú verður bara biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi. Gjaldskortið fer annars at rigga sum vant.

Loyniorðið skal stovnast á heimasíðuni hjá Nets á nets.eu/3dsfo

Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og tú verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldskort. Til ber at hava sama loyniorð til fleiri kort.

Tú kanst lesa meir um at keypa trygt á netinum á betri.fo/gott at vita um gjaldskort, og á heimasíðuni hjá Nets https://nets.eu/3ds

Um tú hevur spurningar, ert altíð vælkomin at venda tær til okkara.