Betri Banki lækkar renturnar
Í farnu viku lækkaði Danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25% stigum.
Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar renturnar.
Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,15% stigum.
Innlánsrenturnar lækka eisini við upp til 0,15% stigum.
Broytingarnar koma í gildi 20. januar 2025.
Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur