5. element

Starvslýsing: Bókhaldari til fíggjardeildina

Tá tøl ikki stemma, so vaknar detektivurin í tær, og tú gevst ikki, fyrr enn tú hevur funnið orsøkina. Grevur og rótar í kontum og fakturum, inntil gátan er loyst, og alt er ajour. Tí tú ert bókhaldari, og beint nú hevur tú møguleikan at gerast nýggi starvsfelagi okkara á fíggjardeildini í Betri Banka.

Á fíggjardeildini arbeiða vit fakliga breitt og gera eitt nú roknskapir, greiningar, bókhald, back office, uttanlandsflytingar og fráboðanir til myndugleikar. Vit ráðgeva stjórn og leiðslu í fíggjarspurningum og samstarva við mestsum allan bankan.

Tínar fremstu uppgávur vera bókhald, kontering og kreditorstýring.

Tínir førleikar

Tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir. Vit ímynda okkum eisini, at tú:

  • hevur bókhaldsroyndir og góðan telduførleika,
  • arbeiðir sjálvstøðugt og samvitskufult,
  • vísir røkiskap í øllum, tú gert,
  • ert ein liðfelagi og hjálpir tínum starvsfeløgum, tá ið tað er brúk fyri tí.

Vit bjóða tær

Eitt spennandi starv, góðar og dugnaligar starvsfelagar og góðar arbeiðsumstøður. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Yrkisfelagið hjá tryggingarfeløgum, fíggjarstovnum og KT-fyritøkum. Starvsstaðurin er Yviri við Strond 2 í Havn.

Umsóknarfreistin er 27. november 2023

Send okkum ein teldupost við tínari umsókn við avritum av CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum til starv@betri.fo. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Ole Guldborg Nielsen, fíggjarleiðara, á 548 540 / ogn@betri.fo ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á 548 224.

Starvið verður sett sum skjótast, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.