Tryggja fyritøkuna móti tapi av sjúku ella skaða
Betri Trygging bjóðar nú eina nýggja vinnutrygging. Talan er um ”Rakstrartap av sjúku ella skaða”, og hon dekkar rakstrartapið hjá fyritøkuni, um lyklastarvsfólk verða langtíðarsjúkameldað av sjúku ella skaðatilburði
Tíðindaskriv
Tú ert stjóri. Tú tekur einki fyri givið. Tú veitst, hvønn týdning starvsfólkini hava. Kanska eru øll starvsfólk eins týdningarmikil – kanska eru tað hjá tær nøkur lyklastarvsfólk, ið duga serliga væl og vita serliga nógv. Tað eru jú starvsfólkini, sum kenna kundarnar, uppgávurnar, ábyrgdina og mannagongdirnar, ja, ta dagligu rútmuna.
Verða slík lyklastarvsfólk sjúkameldað í langa tíð, rakar tað fyritøkuna hart. Tá er gott at hava tryggjað fyritøkuna móti fíggjarligum missi. Tí meðan starvsfólkið fær likamligan ella sálarligan smeit, fær fyritøkan sannlíkt ein dyggan fíggjarligan smeit, ta tíðina, tá ið starvsfólkið kemur fyri seg aftur.
Sjálvandi skulu skadd og sjúk starvsfólk hava frið og náðir at koma seg. Tað sigur seg sjálvt. Men fyritøkan kann eisini hava eina styrkjandi hond í slíkum støðum.
Tryggjar tú fyritøkuna móti rakstrartapi av sjúku ella skaða kanst tú betur verja fyritøkuna og fyribyrga tapi, um lyklastarvsfólk fella frá í longri tíð.
Les meira her – ella ring til okkara á tlf 348 600.
Vit hjálpa tær fegin.