5. element

Starvslýsing: Innanhýsis grannskoðari til Betri samtakið

Er eitt spennandi og avbjóðandi starv sum innanhýsis grannskoðari nakað fyri teg?

Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum grannskoðara til innanhýsis grannskoðanina.

 

Starvið

Innanhýsis grannskoðanin grannskoðar, í samstarvi við aðalfundarvaldu grannskoðararnar, øll feløgini í Betri samtakinum.

Nakrar høvuðsuppgávur á Grannskoðanardeildini eru:

  • at fremja grannskoðan av mannagongdum og innanhýsis eftirlitum
  • at leggja til rættis og vera við til at gera ávegis grannskoðanir
  • at gera frágreiðingar um framda arbeiðið
  • grannskoðan av ársroknskapum hjá einstøku feløgunum, umframt samtaksroknskapinum

Títt arbeiðsøki verður breitt, og tú fært møguleika fyri at arbeiða við øllum fakøkjum, sum bankin og samtaksfeløgini annars arbeiða innanfyri. Stórur partur av arbeiðinum fer fram í tøttum samskifti við aðrar deildir í bankanum og innan tryggingarøkið.

Á deildini starvast, umframt teg, trý roynd starvsfólk.

 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú:

  • ert útbúgvin cand.merc.aud. og hevur royndir innan grannskoðan
  • hevur áræði og trívist væl við ábyrgd
  • fært arbeiðið væl úr hondum greitt og hevur eina skipaða arbeiðstilgongd
  • dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum í skrift og talu
  • trívist væl við at arbeiða í toymi og sjálvstøðugt

 

Vit bjóða

Eitt spennandi starv við fakligum avbjóðingum og góðum møguleikum fyri at menna teg bæði fakliga og persónliga.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er staðsett í Betri Banka, og setanartreytir verða ásettar sambært avtalu.

 

Umsóknarfreistin er 13. august 2023

Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Petur Anfinn Johannesen, leiðara á Grannskoðanardeildini, á telefon 548 230 / paj@betri.fo, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á telefon 548 224.

Umsókn, CV og viðkomandi skjøl skulu sendast til starv@betri.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. august 2023.