5. element

Freistir ísv. flytingar áðrenn ólavsøku

Lønarflytingar
Mikudagin 26. juli, klokkan 15.30 er seinasta freist at gera lønarflytingar, sum skulu vera á kontu hjá móttakaranum áðrenn ólavsøku.

Vit mæla tó til, at lønirnar verða fluttar í seinasta lagi týsdagin 25. juli, soleiðis at møguligar villur í lønarflytingunum kunnu rættast mikudagin 26. juli.

Uttanlandsflytingar
Um flytingar til útlond skulu verða avgreiddar frá bankans síðu áðrenn ólavsøku, mæla vit til, at tú avgreiðir uttanlandsflytingar í Netbankanum í seinasta lagi hósdagin 27. juli, klokkan 14. 

Vanlig flyting millum peningastovnar
Hósdagin 27. juli, klokkan 18.30.

Flyting sama dag millum peningastovnar
Fríggjadagin 28. juli, klokkan 11.

Vilt tú tryggja tær, at flyting sama dag verður framd áðrenn ólavsøku, mæla vit til at gera samadagsflyting í seinasta lagi hósdagin 27. juli.